Klokkan fáar minuttir yvir seks thailendska tíð leygarmorgunin, lendi flogfarið hjá Thai Airways í Bangkok við føroyska A-landsliðnum
Eftir at hava verið á flogi úr Keypmannahavn til Bangkok í góðar tíggju tímar, lendi flogfarið við føroysku landsliðsleikarunum í Bangkok tíðliga leygarmorgunin (fríggjakvøld kl. 23 føroyska tíð).
Av Suvarnabhumi-flogvøllinum í thailendska høvuðsstaðnum varð koyrt beinleiðis á Grand Mercure Fortune Hotel, har føroyska liðið skal halda til næstu dagarnar.
Aftaná ein langan og drúgvan flogtúr, og morgunmat á hotellinum, fingu leikararnir frí, og klokkan hálvgum fimm seinnapartin hevur Lars Olsen boðað frá fyrstu venjingini á venjingarleguna í Thailandi.
Hitin í Bangkok er nógvur, og tað verður uttan iva ein av stóru avbjóðingunum hjá føroysku leikarunum. Tá flogfarið lendið klokkan seks lokala tíð í morgun, vóru um 28 hitastig, og seinni í dag verður væntandi omanfyri 36 hitastig í Bangkok.
Jón Harald Poulsen, annar av liðleiðarunum
Bárður L. Olsen, liðleiðari, Øssur Steinhólm og Álvur Hansen, fysioterapeutar
Hans Jørgensen, Karl Løkin og Pætur Dam Jacobsen
Flogfarið hjá Thai Airways, ið fluttu føroyska A-landsliðið til Bangkok í Thailandi