Árið 2014 royndist serliga væl fyri føroyskan fótbólt. Víkingur skrivaði søgu, kvinnurnar vunnu sítt fyrsta stig í einari HM-undankapping, og A-landsliðið við monnum syrgdu fyri størstu sensatiónini í europeiskum fótbólti. Men komandi ár hevur eisini nógvar spennandi avbjóðingar
Víkingur skrivaði søgu sum fyrsta føroyska fótbóltsliðið við at kvalificera seg víðari til 3. umfar í europeisku kappingini.

Okkara A-landslið skrivaði søgu við at vinna á fyrrverandi europameistarunum úr Grikkalandi. Grikkaland var annars undan dystinum styrkismett sum nr. 18 á styrkilistanum hjá FIFA.

Okkara U21-landslið endaði kappingina við at vinna á Montenegro, sum innan ungdómsfótbóltin er eitt av sterkastu londunum í Europa.

Kappingarárið 2015 verður ikki minni spennandi.

Kappingin í EFFO-deildini byrjar longu 1. mars 2015. Føroyska landskappingin er ongantíð byrjað so tíðliga áður. Landskappingin endar hinvegin fyrr enn áður, nevniliga 3. oktober 2015.

1. deild kvinnur byrja 22. mars og enda 3. oktober 2015, meðan fleiri av yngru deildunum byrja seinast í mars mánaða.

Steypafinalurnar verða leiktar yvir eitt vikuskifti, sum verður leikt í døgunum 28. og 29. august 2015.

A-landsliðið hjá monnum skal í eldin 29. mars 2015, tá vit hava útidyst móti Rumenia.

Vit leika aftur móti Grikkalandi á Tórsvølli tann 13. juni 2015. Tá er ætlanin at taka nýggja skýlið á eystursíðuni í nýtslu eins og ætlanin er, at hátíðarhalda nýggja bygningin hjá FSF á suðursíðuni. Forsetin fyri UEFA, Platini hevur játtað at luttaka til tiltakið.

Tað er okkara vón, at vit taka móti grikkum við einum fullsettum Tórsvølli tann 13. juni 2015.

A-landsliðið við monnum skal eisini leika móti Norðurírlandi á Tórsvølli tann 4. september 2015 og 11. oktober 2015 móti Rumenia.

Annars hevur landsliðið eisini útidystir móti Finnlandi, sum verður leiktur tann 7. september 2015 og móti Ungarn, sum verður leiktur tann 8. oktober 2015.

Fyri U21-liðið verður lutakast til til EM 2017 í Nyon tann 5. februar 2015. Okkara U21-lið kemur væntandi at leika uml. 6 dystir í 2015.
A-Landsliðið hjá kvinnum er tilmeldað til EM 2017. Kvinnurnar koma at leika í einari undankapping, har 8 lið leika í 2 bókum. Báðir bólkavinnararnir koma við í undankappingina. Lutakastið verður í januar mánaða og verður undankappin 4.-9. apríl 2015.

Landsliðið hjá U-19 menn luttaka í EM undankapping í Rumenia saman við vertslandinum Rumenia, Sveis og Andorra. Kappingin verður spæld 12.-17. nov. 2015.

Landsliðið U-17 dreingir luttekur í einari menningarkapping hjá UEFA í Føroyum 17.-21. apríl 2015 saman við Íslandi, Wales og Norður Írlandi. Norðurlandakapping verður í Svøríki í døgunum frá 2. til 10. august 2015.

U-17 luttekur eisini í EM undankapping í Slovenia saman við Turkalandi, Belgia, og vertslandinum, Slovenia. Kappingin verður spæld frá 24. til 29. september.

U-15 dreingir luttaka í Brøndby Cup seinast í juli mánaða 2015

U-19 kvinnur luttaka í EM undankapping í Bosnia saman við vertslandinum Bosnia, Kekkia og Fraklandi. Kappingin verður spæld 15.-20. september 2015. Í døgunum 21.-25. apríl verður ein menningarkapping hjá UEFA í Litava og 4.-8. mei verður ein menningarkapping í Wales.

U-17 gentir luttaka í einari menningarkapping hjá UEFA í Føroyum 22.-25. apríl 2015 saman við Íslandi, Wales og Norður Írlandi. Genturnar luttaka eisini í eini EM undankapping í Montenegro saman við Finnlandi, Íslandi og vertslandinum, Montenegro. Kappingin verður spæld frá 22. til 27. oktober 2015.

Í 2015 koma føroysk landslið soleiðis triðja árið á rað at leika einar 50 landsdystir.
Vegna stravsnevnd og starvsfólk í FSF fari eg at ynskja øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár 2015.

Christian Andreasen
FSF-forseti