U17-landsliðið við dreingjum skal komandi ár luttaka í trimum altjóða kappingum, og íalt skulu ungu dreingirnir spæla 10 landsdystir í 2013
Fyri at menna føroysku leikararnar, og fyri at fyrireika øll tey føroysku landsliðini til komandi dystir og kappingar so væl sum tilber, hevur Fótbóltssamband Føroya avgjørt at skipa fyri vetrarvenjingum.
Og fyri U17-landsliðið við dreingjum kemur hetta væl við, tí komandi ár skulu U17-dreingirnir luttaka í trimum altjóða kappingum, og í alt spæla tíggju landsdystir.
Undanfarin ár hevur føroyska liðið luttikið í kappingini um Norðurlandameistaraheitið og tikið lut í EM-undankappingini. Men í 2013 skal U17-landsliðið eisini til eina fýralandakapping í Wales, har umframt Wales og Føroyar, Norður Írland og Ísland eisini verða við.
Síggja fleiri leikarar
Áki Johansen og Pól F. Joensen eru venjarar hjá U17-landsliðnum, og teir eru glaðir fyri møguleikan teir hava fingið, at kunna venja ungu leikararnar um veturin.
– Síðani fyrst í november hava vit vant einaferð um vikuna á Tórsvølli, og soleiðis verður hildið á til hálvan desember. Síðani fáa leikararnir frí í tríggjar vikur, áðrenn venjingin hjá U17-landsliðnum verður tikin upp aftur fyrst í januar, og vant verður fram til summarsteðgin, sigur Áki Johansen.
Higartil hava eini 60 dreingir, føddir í 1997 og 1998, verið til landsliðsvenjing, síðani landskappingin endaði. Í fyrstu atløgu fyrireikar U17-liðið seg til kappingina í Wales, sum verður tíðliga í apríl mánað, meðan árliga NM-kappingini, sum í ár verður í Norra, verður fyrst í august. Og seinast í oktober skulu U17-dreingirnir til Georgia, at taka lut í EM-undankappingini.
– Fótbóltur alt árið gevur landsliðsvenjarunum góðar møguleikar at síggja flest allar dreingir í aldursbólkinum. FUTSAL-kappingin er eisini eitt sera gott tilboð til dreingirnar, so teir kunnu spæla fótbólt undir skipaðum viðurskiftum um veturin eisini, umframt at venjararnir kunnu fylgja við í menningini hjá hvørjum einstøkum leikara, serliga í einum tíðarskeiði á árinum, har dreingirnar vanliga ikki venja fótbólt, sigur Áki Johansen, U17-landsliðsvenjari.
EM-undankappingin hjá føroyska U17-landsliðnum við dreingjum, verður í Georgia í døgunum 17. til 22. oktober. Føroyar er komið í bólk saman við Hollandi, San Marino og Georgia.