Í døgunum 6. til 11. august verður árliga NM-kappingin fyri U17-landslið hjá dreingjum. Í ár verður kappingin í Føroyum
Seinastu mongu árini hava norðurlond skipa fyri MN-kapping fyri U17-landslið hjá dreingjum. Luttakandi londini eru Ísland, Finnland, Svøríki, Noreg, Danmark, Ongland, sum gestaluttakari, og Føroyar, sum í ár eisini hevur U19-landsliðið við í kappingini.

Norðurlondini skiftast um at hýsa kappingini, og í ár verður kappingin spæld í Føroyum, eftir at íslendingar vóru vertir fyri kappingini í fjør.

Londini verða býtt í tveir bólkar. Í bólki A verða Ongland, Noreg, Finnland og Føroyar U17. Í bólki B verða Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar U19.

Fyrsta umfar verður spælt mánadagin 6. august, og finalan verða spæld leygardagin 11. august, klokkan 16:00 á Ovara Vølli í Gundadali. Hendan dagin verða dystirnir um hinar plaseringarnar í kappingini eisini spældir.

Umframt at spæla í Havn, verða innleiðandi dystirnir eisini spældir í Klaksvík, í Norðragøtu, í Streymnesi og á Toftum. Har afturat verða tveir plaseringsdystir spældir á Argjum.

Fyrireiking til EM
Eyðun Klakstein er venjari hjá U19-landsliðnum, og hann er sera fegin um møguleikin, at U19-landsliðið fær møguleikan at luttaka í NM-kappingini í ár.

– Hetta er ein góður møguleiki hjá okkum at fyrireika leikararnar til EM-undankappingini, sum verður í Estlandi í september. Umframt at venja nógv saman, og at vera saman sum ein hópur í eina viku, fáa U19-leikararnir seg royndir í eini altjóða kapping, har teir verða settir undir støðugt trýst, sigur Eyðun Klakstein.


Eyðun Klakstein, venjari, U19-landsliðið