Í FSF Varpinum hesaferð minnast Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson og Bárður á Reynatrøð aftur á, hvussu teir upplivdu EM endaspælið, sum U17 dreingirnir tóku lut í fyri átta árum síðani
Í mars 2017 varð føroysk fótbóltssøga skrivað, tá tað fyri fyrstu ferð eydnaðist einum føroyskum ungdómslandsliði at spæla seg til eitt EM endaspæl.
Í undan undankappingini vunnu Føroyar á Kekkia og spældu javnleik móti Luksemborg, og í millumspælinum vunnu føroysku U17 dreingirnir á Slovakia og spældu javnleik móti Kýpros.
Tríggir av teimum, sum vóru við tá, Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson og Bárður á Reynatrøð, eru nú partur av A-landsliðnum.
Í FSF Varpinum hesaferð greiða teir tríggir frá, hvussu teir upplivdu kappingina í Kroatia fyri átta árum síðani. Eisini hava teir onkur góð ráð til U17 genturnar, ið nú skulu royna seg í einum endaspæli.
Umframt Føroyar, vera Spania, Holland, Noreg, Pólland, Eysturríki, Italia og Frankaríki við í kappingini. Fyrsti dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík sunnudagin 4. mai klokkan 15:00, tá Eysturríki og Holland bresta saman. Seinni á degnum, klokkan 18:00, taka okkara gentur ímóti Noregi á Tórsvølli.
Sunnudagin 4. mai
Kl. 15:00 Eysturríki – Holland (Klaksvík)
Kl. 18:00 Føroyar – Noreg (Tórshavn)
Mánadagin 5. mai
Kl. 15:00 Spania – Frankaríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Pólland – Italia (Tórshavn)
Mikudagin 7. mai
Kl. 15:00 Føroyar – Eysturríki (Klaksvík)
Kl. 18:00 Holland – Noreg (Tórshavn)
Hósdagin 8. mai
Kl. 15:00 Italia – Frankaríki (Tórshavn)
Kl. 18:00 Spania – Pólland (Klaksvík)
Leygardagin 10. mai
Kl. 15:00 Holland – Føroyar (Tórshavn)
Kl. 15:00 Noreg – Eysturríki (Klaksvík)
Sunnudagin 11. mai
Kl. 15:00 Italia – Spania (Tórshavn)
Kl. 15:00 Frankaríki – Pólland (Klaksvík)
Mikudagin 14. mai
Kl. 12:00 Nr. 3 í bólki A – Nr. 3 í bólki B (Tórshavn / Play off til HM)
Kl. 15:00 Nr. 1 í bólki A – Nr. 2 í bólki B (Klaksvík / hálvfinala)
Kl. 18:00 Nr. 1 í bólki B – Nr. 2 í bólki A (Tórshavn / hálvfinala)
Leygardagin 17. mai
Kl. 18:00 FINALAN (Tórshavn)