Kappingarbyrjan hjá kvinnum nærkast nú við fullari ferð


Í dag eru bert fýra dagar eftir til fyrsta landskappingardystin, og vit hava fregnast um fyrireikingarnar hjá TB/FCS/Royn. 

Tað var ein ordans elddópur hjá felagsliðnum, tá suðringar í fjør luttóku í Betri Deildini fyri fyrstu ferð í eitt áratíggju. Hóast tær ikki fingu nakað stig, so sást greið framgongd gjøgnum árið og hetta var eisini fremsta endamálið hjá liðnum. 

Nancy Einarsson er liðskipari hjá felagsliðnum úr Suðuroynni, og í vetur hava hon og liðfelagarnir brúkt nógva orku uppá fyrireikingarnar til komandi kappingarár. 

– Vit hava trenað nógv og hart í vetur, og vit hava nýliga eisini verið á venjingarlegu í Aalborg. Síðan hava vit vant fýra ferðir um vikuna, og nú gleða vit okkum nógv, til kappingin byrjar, sigur ungi liðskiparin. 

Hópurin hjá TB/FCS/Royn er fyrst og fremst mannaður við ungum lokalum spælarum, men í summarsteðginum í fjør løgdust tveir leikarar úr Argentina afturat, og hetta styrkti væl um liðið. 

– Vit hava framvegis eitt sera ungt lið og í mun til lokalu spælararnar, so eru ikki nógvar broytingar í hópinum. Størsta broytingin hjá okkum er, at argentinski málverjin hjá okkum, Flor Mercau, ikki er við í ár, sigur Nancy Einarsson.  

Hon greiðir frá, at málmansplássið í løtuni verður mannað við lokalum spælara, men at ein nýggjur málverji møguliga eisini kemur til feløgini.  

Tað hevur frá byrjan verið greitt, at fremsta mál hjá suðringum er at mennast í deildini og sum heild at styrkja um kvinnufótbóltin í Suðuroynni, og hetta ger seg framvegis galdandi. 

– Vit vóna sjálvandi, at vit fara at klára okkum betri enn í fjør, og at vit allar menna okkum víðari sum spælarar og sum lið, sigur Nancy Einarsson at enda. 

TB/FCS/Royn byrjar landskappingina leygardagin kl.13 á útivølli móti EBS/Skála.