Um júst eina viku verður hol sett á landskappingina í bestu kvinnudeildini, og upptaktin í dag snýr seg um HB
Í landskappingini í fjør endaði HB á triðja plássi, og í steypakappingini spældu tær seg allan vegin til finaluna, har tær í einum spennandi dysti máttu lúta fyri greipuvinnarunum úr Klaksvík.
Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru veruliga í hæddini nú, greiðir Sunniva Willemoes frá.
– Vit hava fyrireikað okkum væl til komandi kappingarár. Vit hava havt strævnar og gevandi venjingar seinastu tíðina, soleiðis at vit kunnu vera so klárar til kappingarbyrjan sum møguligt, sigur hon.
Ávísar broytingar eru í hópinum samanborið við í fjør. Rebekka Benbakoura og Sara Samson Lamhauge eru farnar til onnur feløg, men HB hevur fleiri ungar og evnaríkar spælarar á veg upp, sum nú væntandi fáa størri leiklutir. Og uttanfyri vøllin hava tær nýggjan høvuðsvenjara í Lukasz Cieslewicz, umframt at John Petersen herfyri varð kunngjørdur sum nýggjur hjálparvenjari.
Úrtøkan í fjør gjørdist sum nevnt bronsa í landskappingini og silvur í steypakappingini, og Sunniva Willemoes sigur, at HB eisini í ár ætlar sær at spæla við um heiðursmerkini.
– Endamálið er fyrst og fremst at hava eina stabila gongd í kappingarárinum, har vit vísa okkara bestu síðu frá byrjan til enda. Málsetningurin í ár er sjálvandi eisini at røkka onkrum heiðursmerkjum, sigur hon at enda.
HB byrjar landskappingina sunnudagin við grannauppgerð í Gundadali móti B36, og til ber at síggja alla leikskránna hjá kvinnunum her.