Nú byrjar síðsta venjingarvikan í uppstartinum, og á rundferðini eru vit komin til NSÍ
Kvinnurnar úr Runavík hava bitið seg fastar í oddin á føroyskum kvinnufótbólti, síðan kvinnusíðan í felagnum varð endurreist í 2020, og fyrireikingarnar við Løkin eru í hæddini í hesum døgum.
– Fyrireikingarnar ganga væl, lagið í hópinum er gott og leikarar eru spentar til kappingarbyrjan. Vit hava spælt fleiri venjingardystir, har vit fyrst og fremst hava roynt leikarar á ymiskum plássum og ymiskar spælskipanir, so at vit kunnu finna røttu skipanina í mun til kvalitetirnar á liðnum, sigur Heidi Sevdal.
Toppskjúttin frá í fjør er klár til at hótta verjurnar kring landið enn eitt kappingarár, men ávísar broytingar gera seg galdandi á NSÍ liðnum.
– Vit hava stóra frágongd av ymiskum orsøkum og hetta merkir sjálvsagt, at aðrar mugu traðka til og at hópurin má spælast saman av nýggjum. Gleðiligt er tó, at Lena Olsen, Monika Samuelsen og Mirjam Huneck eru við aftur eftir barnsburð, og at Sara Lamhauge er komin til felagið. Harumframt eru fleiri ungir og evnaríkir spælarar partur av hópinum í ár. Ansy Jakobsen og Margunn Lindholm eru tíverri langtíðarskaddar, men vit vóna, at tær leggjast afturat seinni í ár, sigur málrevurin.
Umframt broytingar í spælarahópinum, so er eisini nýggjur venjari við róðrið í Runavík við tað, at Allan Dybczak nú er høvuðsvenjari.
NSÍ hevur sum nevnt spælt við um heiðursmerkini seinastu árini, og hesum ynskja vespurnar sær eisini at halda fram við í 2023.
– Sjálvandi fara vit inn fyri at vinna hvønn dyst, og vit vilja eisini fegnar kappast um FM. Men vit mugu eisini vera realistiskar og tilvitaðar um, at tá hópurin er broyttur so nógv, so kann tað taka tíð at spæla liðið saman og finna stevið, Vit ynskja fyrst og fremst at menna okkum gjøgnum árið, vera truplar at spæla ímóti og at arbeiða gróthart, so at ongin fær nakað givið móti NSÍ, sigur Heidi Sevdal at enda.