Við trimum døgum eftir til kappingarbyrjan, eru vit komin til greipuvinnararnar úr KÍ


Í fjør endurvunnu tær meistaraheitið fjórðu ferð upp í slag, og í 2023 sikta tær eisini eftir betri úrslitum á evropeiska pallinum. Liðskiparin hjá klaksvíkingum, Sanna Svarvadal, letur væl at fyrireikingunum hjá KÍ.

– Fyrireikingarnar hjá okkum hava gingið sera væl. Vit hava vant nógv teir seinastu mánaðarnar, bæði úti á vøllinum, í styrkirúminum, men eisini hava vit havt fleiri fundir og videofundir, har vit eisini hava fingið eina rúgvu burturúr. Vit hava eisini spælt fleiri venjingardystir og har hava vit fingið prøvað fleiri ting av, sum vit arbeiða við til venjing. Vit eru sera spentar til kappingarbyrjan og føla okkum væl upplagdar, sigur Sanna Svarvadal.

Hópurin hjá KÍ hevur verið støðugur seinastu árini, og í ár verða tvey nýggj andlit at síggja í kongabláum, sigur liðskiparin.

– Rebekka Benbakoura hevur valt at skifta til okkum í ár og tað eru vit ordiliga glaðar fyri. Rebekka er ein góður leikari við nógvum dygdum, og eg vænti at hon kemur at hava eina spennandi ávirkan á okkara álopspart. Vit hava eisini fingið nýggjan høvðusvenjara, sum eitur Kristoffer Kvistgaard. Kristoffer er ein spennandi venjari, hann er komin væl inn í hópin og vit gleða okkum at arbeiða saman við honum tey komandi tvey árini, sigur hon.

Sum greipuvinnari hevur KÍ sjálvsagt fyrst og fremst málsetning um at endurvinna lands- og steypakappingina, men harumframt verður dentur eisini lagdur á eitt nú Champions League luttøkuna í september. 

– Høvuðsmálsetningurin er sjálvandi at endurvinna meistaraheitið, og so ætla vit okkum eisini at endurvinna steypakappingina og at stremba eftir einum betri úrsliti í Champions League. Harumframt hava vit aðrar smærri málsetningar viðvíkjandi okkara spælihátti, sum tit vónandi koma at síggja meir til, tá kappingin verður skotin í gongd, sigur Sanna Svarvadal at enda.

KÍ byrjar landskappingina á útivølli móti 07 Vestur.