Vísandi til § 8 og 9 í Kappingarreglunum hjá FSF, er niðurflyting úr hægri í lægri deild ikki loyvd eftir nevndu dagar í ymisku deildunum

Vísandi til § 8 og 9 í Kappingarreglunum fyri fótbólt hjá Fótbóltssambandi Føroya, skal sigast frá, at niðurflyting úr hægri í lægri deild í 2013, er ikki loyvd eftir niðanfyri nevndu dagar í teimum ymisku deildunum.
 

1. deild menn

14. september 2013

2. deild menn

14. september 2013

3. deild menn

15. september 2013

2. deild kvinnur

1. september 2013

Omanfyri nevndu kappingarreglur eru tó ikki galdandi fyri leikarar, sum koma undir serregluna fyri leikarar undir 21 ár, og leikarar, ið ikki hava leikt í hægri deild meira enn tríggjar (3) dystir í 2013 (verið á vøllinum).

Eru ivamál hesum viðvíkjandi, vinarliga vendi tykkum til skrivstovuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.