Á starvsnevndarfundi mánadagin 2. mars vórðu tær ymisku nevndirnar í FSF mannaðar. Róin Schrøter er nú formaður í Kappingarnevndini
Mánadagin 2. mars hevði nýggja starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya sín fyrsta fund, og tá vórðu tær ymisku undirnevndirnar í FSF mannaðar.

Smávegis broytingar eru farnar fram í onkrum av nevndunum, og millum annað er Róin Schrøter nú nýggjur formaður í Kappingarnevndini.

Róin Schrøter avloysir Jákup Martin Joensen, ið seinastu fýra árini hevur røkt formanssessin í kappingarnevndini, men sum nú er vorðin formaður í Grassrootsnevndini.

Á aðalfundinum tann 14. februar vórðu Fróði Danielsen úr Havn og Kristmund Johannessen av Skála valdir í starvsnevndina í Fótbóltssambandi Føroya. Teir avloystu Trygva Mortensen og Heðin D. Poulsen.

Á starvsnevndarfundinum mánadagin 2. mars varð avgjørt, at Fróði Danielsen tekur sæti sum formaður í Ungdómsnevndini og í Lógar- og sáttmálanevndini, meðan Kristmund Johannessen nú er formðar í HatTricknevndini.

Næstu tvey árini verða nevndirnar í FSF mannaðar soleiðis:

Starvsnevndin:
Christian F. Andreaasen, forseti
Róin Schrøter, varaforseti
Jákup Martin Joensen
Jógvan Páll Joensen
Fríðin Ziskason
Fróði Danielsen
Kristmund Johannessen

Fíggjarnevndin:
Christian F. Andreasen, formaður
Róin Schrøter
Kristmund Johannessen

Kappingarnevndin:
Róin Schrøter, formaður
Jógvan Páll Joensen
Fróði Danielsen

Ungdómsnevndin:
Fróði Danielsen, formaður
Jógvan Páll Joensen
Kristmund Johannessen

Kvinnunevndin:
Fríðin Ziskason, formaður
Jákup Martin Joensen
Fróði Danielsen

Landsliðsnevndin:
Fríðin Ziskason, formaður
Jákup Martin Joensen
Kristmund Johannessen

Lógar- og sáttmálanevndin:
Fróði Danielsen, formaður
Heðin D. Poulsen
Petur Even Djurhuus

Útbúgvingar- og menningarnevndin:
Jógvan Páll Joensen, formaður
Jákup Martin Joensen
Kristmund Johannessen

Grassrootsnevndin:
Jákup Martin Joensen, formaður
Róin Schrøter
Jógvan Páll Joensen
Fróði Danielsen
Kristmund Johannessen

Dómaranevndin:
Fríðin Ziskason, formaður
Fróði Danielsen
Niklas á Líðarenda

HatTricknevndin:
Kristmund Johannessen, formaður
Rúni Abrahamsen
Rúni Heinesen