Nú er greitt, at einki mótvalevni verður, tá forsetin og tríggir nevndarlimir standa fyri vali á komandi aðalfundi hjá FSF
Leygardagin 23. februar, kl. 13:00, verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya í FSF-húsinum í Havn.

Hetta er samstundis 34. aðalfundur, síðani felagsskapurin varð stovnaður 13. januar í 1979.

Á aðalfundinum hesaferð er millum annað forsetaval á skránni, umframt val av trimum starvsnevndarlimum.

Men tá freistin var úti mikudagin, at stilla upp til forseta- og nevndarval hjá Fótbóltssambandi Føroya, var einki mótvalevni uppstillað.

Hinvegin hava øll 21 limafeløgini í FSF uppstillað sitandi forseta Christian F. Andreasen, og teir tríggjar starvsnevndarlimirnar, Jákup Martin Joensen, Róin Schrøter og Fríðin Ziskason, ið standa fyri vali hesaferð.

Sostatt verður starvsnevndin í Fótbóltssambandi Føroya óbroytt næstu tvey árini.

Í starvsnevndini hjá FSF sita Christian Andreasen, forseti, Róin Schrøter, varaforseti, Trygvi Mortensen, Jógvan Páll Joensen, Heðin D. Poulsen, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason.

Umframt val av nevndarlimum, formansfrágreiðing, lógarbroytingar og annað, verður roknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2012 eisini lagdur fram.

Á starvsnevndarfundi 11. februar varð roknskapurin fyri í fjør góðkendur. Roknskapurin fyri 2012 vísti eitt yvirskot á 3,7 milliónir krónur, í mun til 3,4 milliónir krónur í 2011.