Fyri Jónas Tór Næs er tað altíð nakað heilt serligt at spæla móti íslendingum. Jónas hevur nevniliga íslendska mammu, og sum yngri brúkti hann allar sínar summarferiur í Íslandi
– Sum smádrongur segði eg altíð, at eg skuldi verða heilur íslendingur og heilur føroyingur, tá eg bleiv stórur. Og mamma, sum er íslendsk, kann onkuntíð ilskast inn á, at íslendsku miðlarnir kalla meg føroying, tí sambært henni eri eg líka nógv íslendingur sum føroyingur. Men í dag flenni eg bara eftir hesum, tí eingin ivi skal vera í, at eg eri føroyingur, og tað at umboða føroyska landsliðið eri eg ógvuliga errin av. Orðini eigur Jónas Tór Næs, sum í hesum døgum fyrireikar seg til venjingardystin móti Íslandi.

Fyrsti dystur hjá Jónas Tór Næs í føroysku landsliðsblusuni var í 2008, tá føroyska landsliðið royndi seg í venjingardysti á útivølli móti Estlandi, og síðani tá hevur Jónas spælt 31 A-landsdystir fyri Føroyar.

– Eg eri ótrúliga errin av at vera partur av føroyska landsliðnum, og eg gleði meg til hvønn landsdyst. Tá vit so skulu spæla ímóti Íslandi, er tað nakað heilt serligt fyri meg. Mamma er íslendsk, og nógvar av mínum fyrstu summarferium vórðu brúktar á Akureyri, har eg sum helt ungur hvørt summar spældi við Knattspyrnufelag Akureyrar, KA, sigur Jónas Tór Næs, ið er sáttmálabundin við Valur, sum spælir í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, Pepsi Deildin.

Jónas Tór Næs sleit sínar barnaskógvar í B36, men hevur seinastu árini spælt sum yrkisleikari í Íslandi, samstundis sum hann hevur lisið løgfrøði.

– Mær dámar væl í Íslandi, og sigur tú við ein íslending, at tú ert føroyingur, so vísa teir beinanvegin stóra virðing. Støðið á íslendskum fótbólti er eisini eitt sindur hægri enn í Føroyum. Hetta kemst uttan iva av, at íslendarar hava bygt fótbóltshallir, so fótbóltur kann spælast alt árið, sigur Jónas Tór Næs, sum í hesum sambandi kann vísa á góðu úrslitini hjá íslendska U21-landsliðið, sum í fjør var við til EM-endaspælið.

– Árgangurin, sum í fjør hevði U21-aldur, er fyrsti árgangur sum hevur kunna spælt fótbólt alt árið, síðani teir vóru heilt ungir. So um føroyskur fótbóltur skal flyta seg rætta vegin er av stórum tídningi, at vit fáa eina fótbóltshøll í Føroyum skjótast tilber, sigur føroyski landsliðsleikarin hjá Valur.

Dysturin ímóti Íslandi hesaferð verður uttan iva ein stór uppgáva fyri føroyska liðið, sum á seinasta styrkislistanum hjá FIFA er á 175. plássi, meðan Ísland er nummar 70 á listanum. Føroyar hava bara einaferð vunnið á íslendska A-landsliðnum. Tað var í 2009, tá Føroyar vunnu 2-1 í Kórinnhøllini í Reykjavík. Men stendur tað til Jónas Tór Næs, so fara føroysku leikararnir at gera alt fyri at vinna á Íslandi hesaferð.

– Tað hevði verið heilt fantastiskt, um vit megnaðu at vinna á teimum aftur hesaferð, og eg hevði glett meg at fari til arbeiðis hósmorgunin, og til venjing í Valur seinni á degnum, sigur Jónas Tór Næs at enda.