Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at 26. umfar í Effodeildini verður spælt leygardagin 29. september
Í gjár varð boðað frá, at vegna vánaliga veðurforsøgn fyri komandi vikuskifti, vórðu dystirnir í 26. umfari í Effodeildini møguliga framskundaðir til leygardagin.

Sum veðurvánirnar síggja út í løtuni, so kann væntast keðiligt veður um vikuskiftið, við nógvum vindi og regni, og serliga sunnudagin kann væntast ringt veður.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur tikið avleiðingarnar av hesum, og nú er endaliga avgjørt, at komandi umfar í fremstu deildini hjá monnum verður spælt leygardagin 29. september, og ikki sunnudagin, sum leikskráin annars sigur.

Dystirnir í 26. umfari eru hesir:
FC Suðuroy – ÍF
B68 – EB/Streymur
HB – TB
NSÍ – B36
Víkingur – KÍ

Allir dystirnir byrja kl. 16:00.