1. deild menn: Landskappingin í 1. deild hjá monnum er nú klár. Fyrstu dystirnir verða vikuskiftið 16. og 17. mars
Tað verða niðurflytararnir úr Effodeildini í farna kappingarári, B68 og FC Suðuroy, sum leggja fyri, tá næstbesta deildin hjá monnum komandi kappingarár verður bríkslað í gongd.

Fyrstu dystirnir í 1. deild hjá monnum í 2013 verða spældir leygardagin og sunnudagin, 16. og 17. mars.

Leygardagin taka toftamenn ímóti FC Suðuroy, meðan Skála hendan dagin fær vitjan av TB.

Sunnudagin verða tríggir dystir á skránni. Í Havn verður grannauppgerð millum HB og B36, og í Klaksvík møtast KÍ og Víkingur. Fimti dysturin verður á Sandi, har B71 tekur ímóti EB/Streymi.

Seinastu dystirnir í fyrru hálvu verða spældir 29. juni, og síðani liggur kappingin still til 3. august, tá seinna hálva fer av bakkastokki.

27. og seinasta umfar í næstbestu deildini hjá monnum verður spælt 5. oktober.

Á seinasta leikdegi møtast FC Suðuroy – Víkingur, Skála – EB/Streymur, B68 – B71, HB – KÍ og TB – B36.

Øll kappingin kann síggjast HER

2. deild menn
Kappingin í triðbestu deildini hjá monnum byrjar 6. apríl.

Í fyrsta umfari spæla B68 – KÍ, NSÍ – MB, Giza/Hoyvík – Skála, Undrið – ÍF og FC Suðuroy – AB.

18. og seinasta umfar verður spælt 5. oktober.

Øll kappingin í 2. deild hjá monnum kann síggjast HER