Einans umleið 500 atgongumerki eru eftir til HM-undankappingardystin móti Danmark, sum verður á Tórsvølli leygardagin 4. september

——————

Tað er nógv, ið bendir á, at Tórsvøllur verður fulllsettur tá Føroyar og Danmark møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli leygardagin 4. september. Og vónandi verður eisini útselt til dystirnar móti Ísrael og Moldova, sum verða 1. og 7. september.

Atgongumerkjasølan seinastu dagarnar hevur gingið væl, og í verandi løtu eru umleið 4.500 atgongumerki seld til dystin móti Danmark, meðan nakað færri eru farin til dystirnar móti Ísrael og Moldova.

Nýggja vestursíðan á Tórsvølli er liðug, og pláss er nú fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum kring Tjóðarleikvøllin.

Tað ræður tí um at skunda sær, um ein skal tryggja sær pláss til komandi landsdystir hjá A-landsliðnum við monnum. Umleið 500 atgongumerki eru eftir til dystin móti dønum, meðan umleið 3.500 eru seld til dystirnar móti Ísrael og Moldova.

Sølan fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Kostnaður (Føroyar – Danmark)
Bólkur 103-106: 300 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 225 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 150 kr.

Kostnaður (Føroyar – Ísrael og Føroyar – Moldova)
Bólkur 103-106: 200 kr.
Bólkur 101,102, 107 og 108: 150 kr.
Bólkur 109, 112 og 113: 100 kr.

Sølan er bert opin fyri føroyskum IP-adressum.

1. september Føroyar – Ísrael
4. september Føroyar – Danmark
7. september Føroyar – Moldova