Sølan av atgongumerkjum til finaluna um Løgmanssteypið gongur væl, og um 18-tíðina hósdagin vóru næstan 4.000 atgongumerkir seld
Nú byrjar av álvara at styttast til stóra steypafinaluvikuskiftið hjá FSF verður sparkað í gongd. Fyrsta finalan verður spæld fríggjakvøldið klokkan 19, og síðani verða fýra finalur spældar leygardagin, sum endar við finaluni um Løgmanssteypið.

Atgongumerkjasølan til Løgmanssteypsfinaluna hevur gingið væl, og um 18- tíðina hósdagin høvdu næstan 4.000 ognað sær eitt atgongumerki til stóra dystin leygarkvøldið.

– Vit eru sjálvandi glað fyri, at áhugin fyri finaluni um Løgmanssteypið er so stórur. Pláss er fyri 4.800 áskoðarum á Tórsvølli, og vónandi verður fult, ella har á leið.

– Umstøðurnar hjá áskoðarunum eru eisini blivnar framúr góðar, og til finaluna leygardagin fer Hotel Føroyar, ið stendur fyri allari matsøluni, at gera nakað serligt burturúr. So hetta verður uttan iva ein spennandi dagur fyri øll, ið koma á Tórsvøll, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Keyp atgongumerki her: Atgongumerkjasølan / Løgmanssteypið 2016

Av tí at kvinnurnar hjá KÍ taka lut í undankappingini til Champions League á Kypros, eru finalan fyri Gentur U17 og kvinnufinalan fluttar til 2. og 3. september.