EM-undankappingardysturin ímillum Rumenia og Føroyar endaði við teprum 1-0 sigri til heimaliðið. Føroyska liðið var væl allan dystin, men stóri málmøguleikin kom ongantíð
– Vit eru ongantíð nøgdir við at tapa. Men innsatsurin hjá okkara leikarum var góður, og tá kunnu vit ikki krevja nógv meir. Soleiðis segði hjálparvenjari hjá føroyska A-landsliðnum, Jóannes Jakobsen eftir dystin ímóti Rumenia.

Rumenar løgdu seg á odda tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, og tað skuldi vísa seg at verða einasta málið í dystinum. Heimaliðið var spælstýrandi allan dystin, og sum heild var sigurin uppiborin.

Í seinastu sekundunum var kortini nær við, at Jóan Símun Edmundsson javnaði fyri Føroyar. Men Costel Pantilimon í rumenska málinum stórbjargaði skotinum frá føroyska framherjanum.

Tveir aðrir dystir vórðu eisini spældir í EM-undankappingarbólki F sunnudagin. Ungarn og Grikkaland spældu málleysan javnleik, meðan Norðurírland á heimavølli vann 2-1 ímóti Finnlandi

Næsti undankappingardystur hjá føroyska landsliðnum verður 13. juni, tá Grikkaland kemur á vitjan í Føroyum.

Myndir