Seinasta vikuskifti skipaðu FSF og HB fyri árliga fótbólsskúlanum, sum seinastu nógvu árini hevur verið í Havn
Fríggjadagin 27. og leygardagin 28. juni skipaðu Fótbóltssamband Føroya og HB fyri fótbóltsskúla í Havn. Umleið 270 børn í aldurinum 8 til 14 ár luttóku, og aftur í ár eydnaðist skúlan avbera væl.

Fyrri parturin av skúlanum var fríggjadagin frá kl. 13 til 16, og síðani varð hildið áfram leygardagin frá kl. 10 til 15. Áðrenn luttakararnir fóru heim, fingu tey hvør sín bólt, eina t-shirts og eitt skreytblað.

Komandi vikuskifti skipar FSF, í samstarvi við B68 og Royn, fyri tveimum fótbóltsskúlum, sum verða á Toftum og í Hvalba.

Myndir frá Fótbóltsskúlanum 2014 í Havn kunnu síggjast HER