Mourits Joensen skal vera liðskipari í fyrisitingarliga partinum av føroyskum fótbólti. Hann tekur við nýggja starvinum sum samskipari í FSF
Fótbóltssamband Føroya hevur sett Mourits Joensen í starv sum samskipari. Talan er um spildurnýtt starv, har fremsta uppgávan er at skipa samskiftið við feløgini og at menna feløgini fyrisitingarliga. Fótbóltssambandið fekk í alt 29 umsóknir til starvið.

– Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri fótbólti, og tá eg sá hetta starvið, so kendi eg meg drignan at søkja. Haldi hetta er fantastiska spennandi avbjóðing, sum eg veruliga gleði meg til. Eg var til staðar, tá Føroyar vunnu á Grikkalandi, sum enn einaferð sannførdi meg um, at hetta er eitt øki, har vit ikki leggja bond á okkum sjálvi og tora at skapa úrslit, sigur Mourits Joensen.

Nýggja starvið er partur av menningini av føroyskum fótbólti fyrisitingar- og ítróttarliga. Fótbóltur er Føroya stórsta ítrótt, sum í stóran mun virkar eftir altjóða krøvum, og hetta krevur eina sterka umsiting og tætt samstarv við feløgini.

– Vit eru ótrúliga glað fyri at hava fingið so nógvar umsóknir. Hetta vísir okkum, hvussu stórur áhugi er fyri at menna føroyskan fótbólt. Við Mouritsi Joensen hava vit tryggjað okkum ein góðan liðskipara til fyrisitingarliga partin av føroyskum fótbólti. Vit eru sannførdir um, at hann er rætti maðurin at menna feløgini og føroyskan fótbólt fyrisitingarliga, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya.

Mourits Joensen er útbúgvin búskaparfrøðingur á Københavns Universitet. Hann hevur drúgvar royndir innan alment og privat virksemi. Mourits Joensen kemur úr starvi sum fíggjarstjóri hjá Atlantic Petroleum, og hann hevur áður starvast sum fíggjarleiðari hjá ALS. Mourits Joensen byrjar í starvinum 1. apríl 2015.