Í døgunum 3. til 6. juni verður UEFA Study Group innan grassroots í Føroyum. Tá koma 22 umboð úr Ísrael og Montenegro til Føroyar á vitjan
Umframt gestirnar úr Montenegro og Ísrael, verður føroyavinurin Per Ravn Omdal, sum er grassroots-ambassadørur hjá UEFA, eisini við millum luttakararnar.
Fyri umleið fýra árum síðani fór UEFA undir hetta átakið, sum verður nevnt Study Group.
Hugsanin við Study Group er, at 3-4 lond eru saman tríggjar dagar og umrøða eitt ávíst evni. Tað kann vera innan grassroots, kvinnufótbólt, venjaraútbúgving ella menning av elitu leikarum. Hesaferð verður tað grassroots.
Lagt verður upp til, at luttakandi londini greiða frá hvussu tey skipa seg innan ávísa evnið, men fyrst og fremst er tað vertslandið, sum kunnar um hvussu teirra viðurskifti eru.
Luttakararnir fara næstu dagarnar millum annað at hoyra um føroyskan fótbólt, serstakliga um barna- og ungdómsfótbóltin, um ymiskar menningarætlanir, um verkætlanina við fótbóltsfitness fyri kvinnur og um ymisk átøk sum kunnu stuðla upp undir grassrootsfótbóltin.
Meðan Study Group-tiltakið er í Føroyum, vitja luttakararnir í Víkingi og hjá HB, og eisini verða gestirnir bjóðaðir ein túr til Gjógv.
Hetta er fyrstu ferð, at Fótbóltssamband Føroya er vertur fyri einari Study Group. Luttakararnir koma mánadagin 3. juni og fara avstað aftur hósmorgunin 6. juni.