FSF hevur sett fyrrverandi Brøndbymálverjan Mogens Krogh í starv sum málmansvenjari hjá A-landsliðnum. Avtalan er galdandi restina av hesum árinum
Fyrireikingarnar til komandi HM-undankapping hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum eru av álvara byrjaðar, og um smáar tvær vikur spælir føroyska landsliðið venjingardyst ímóti Íslandi. Dysturin verður spældur í Reykjavík mikudagin 15. august, klokkan 19:45.

Og sum liður í fyrireikingunum til dystirnar ið standa fyri framman, hevur Fótbóltssamband Føroya gjørt samstarvsavtalu við fyrrverandi stórspælaran og málverjan hjá Brøndby, Mogens Krogh.

Avtalan inniber, at Mogens Krogh verður málmansvenjari hjá A-landsliðnum, og í fyrstu atløgu er avtalan galdandi restina av hesum árinum.

Mogens Krogh er føddur 31. oktober 1963, og er sostatt 49 ára gamal. Fyrstu árini spældi Mogens Krogh við Ikast FS, men tá Brøndby í 1991 seldi Peter Schmeichel til Manchester United, gjørdist Mogens Krogh málverji hjá Brøndby, har hann spældi til 2002.

Umframt 464 dystir fyri Brøndby IF og fimm donsk meistaraheitir, hevur Mogens Krogh eisini spælt 10 A-landsdystir fyri Danmark.

Fyrsti HM-undankappingardystur hjá Føroyum í hesum umfarinum, verður á útivølli ímóti Týsklandi fríggjadagin 7. september.

Og ein góðan mánað seinni, fríggjadagin 12. oktober, kemur Svøríki á vitjan í Føroyum, og týsdagin 16. oktober tekur føroyska A-landsliðið ímóti Írlandi á Tórsvølli.


Århus Stadion 1996. Mogens Krogh hevur í seinastu løtu javnað til 3-3. Brøndby gjørdist harvið danskur meistari