Føroyska U17-landsliðið við dreingjum spældi í dag seinasta dystin í EM-undankappingini í Eysturríki
Leingi sá út til, at okkara dreingir skuldu fara av vøllinum við øllum stigunum, tá seinasti dystur í EM-undankappingini varð spældur í dag.
Men í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, javnaði Kypros til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum.
Tað var annars Betuel Hansen, sum legði Føroyar á odda tá eitt korter var spælt av seinna hálvleiki.
Endaliga støðan í EM-undankappingarbólki 6 gjørdist, at Sveis bleiv nummar 1 við 7 stigum. Nummar 2 gjørdist Eysturríki við 5 stigum, meðan Kypros fekk 2 stig og Føroyar 1 stig.
Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar týsdagin.