Leingi sá út til, at U17-landsliðið skuldi fáa javnleik ímóti Norður Írlandi. Men tveir minuttir fyri leiklok skoraði norður írar avgerandi málið
U17-landsliðið við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í eini mini-kapping í Wales, spældi seinasta dystin í gjár, sum var ímóti Norður Írlandi. Úrslitið gjørdist 2-1 til Norður Írland, eftir 0-0 í hálvleikinum.

Hóast venjararnir høvdu framt heili seks skiftingar á liðnum, síðani javnleikin ímóti Wales fríggjadagin, so sást hetta als ikki aftur á vøllinum, har allir stríddust fyri hvørjum øðrum.

Eftir málleysan fyrra hálvleik skoraði Norður Írland til 1-0 tíggju minuttir eftir hvíldina. Men okkara dreingir svaraðu skjótt aftur. Jákup Ludvig Thomsen spældi Meinhard Olsen fríðan, og einsamallur við málverjanum hjá norður írum var runavíkingurin ísakaldur, og so var javnleikur 1-1.

Tað sá eisini leingi út til, at javnleikur fór at verða úrslitið millum Norður Írland og Føroyar. Men í seinastu minuttunum sendu norður írar fríspark innfyri, og millum vinir og fíggindar smeyg bólturin sær beinleiðis í málið, og so fór Norður Írland avstað við sigrinum.

Eftir tvey tepur tap ímóti ávikavist Íslandi og Norður Írlandi, og javnleik ímóti Wales, má avrikið hjá føroyska U17-landsliðnum í mini-kappingini í Wales metast at vera góðtikið.

Næsta uppgávan hjá U17-liðnum verður NM-kappingin í august, sum í ár verður spæld í Norra.

Ferðalagið er nú ávegis aftur á klettarnar, og lenda væntandi í Vágum seinnapartin í dag (mánadag).

Føroyska liðið ímóti Norður Írlandi: Hjalti Strømsten, Hilmar Leon Jakobsen (Mikkjal á Bergi, 79. min.), Bartal Warsum (Rói Olsen, 41. min.), Høgni E. Nielsen, Jóhan Waag Høgnesen, Óla Kristian Jacobsen (Levi Jøkladal, 55. min.), Betuel Hansen (liðs.), Meinhard Olsen, Petur Knudsen (Ari Krosslá Poulsen, 66. min.), Jann Benjaminsen (Jan á Høgaryggi, 55. min.), Teit Jacobsen (Jákup Ludvig Thomsen, 41. min.)

Óbrúktir leikarar: Símun Jóhan Wolles

Venjarar: Áki Johansen og Pól F. Joensen