Eftir fyrru hálvfinalurnar í 3. deild hjá monnum er nógv sum bendir á, at MB verður eitt av liðunum, sum skal spæla í 2. deild komandi kappingarár
Fyrru hálvfinalurnar í 3. deild hjá monnum vórðu spældar sunnudagin. Í Leirvík hevði Víkingur a heimavøll móti MB a, og í Norðragøtu spældu Víkingur b og KÍ b.

Og eftir fyrru hálvfinalurnar er nógv sum bendir á, at MB verður annað av liðunum í finaluni, eftir sannførandi 4-0 sigur á Víkingi a.

Í hinari hálvfinaluni er framvegis einki avgjørt. Dysturin í Sarpugerði millum Víking b og KÍ b endaði við málleysum javnleiki.

Seinnu hálvfinalurnar verða spældar sunnudagin 16. september.

Finalan og dysturin um bronsuna verða spældir á uttanveltaðum vølli leygardagin 22. september.