Tvey tap og ein javnleikur var úrtøkan hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum í síðstu viku tóku lut í UEFA menningarkapping í Albania

——————

– Vit mugu bara ásanna, at Albania og Slovakia vóru eitt vet betri enn okkara. Serliga kropsliga og í renniorku vóru teir framman fyri, og teirra tekniska stigi var eisini eitt sindur betri.

– Men okkara stríddust fyrimyndarliga, og til tíðir vístu teir gott spæl. Vit komu eisini til nakrar góðar støður, og við eitt sindur meir hepni, so fingu vit okkurt mál ímóti teimum, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

Úrtøkan gjørdist tvey tap og ein javnleikur hjá U15-dreingjunum, sum í síðstu viku tóku lut í UEFA menningarkapping í Albania. Umframt vertslandið, Føroyar og Slovakia, var San Marino eisini við í kappingini.

Móti Albania og Slovakia tapti føroyska liðið ávikavist 2-0 og 4-0, meðan dysturin móti San Marino endaði við javnleiki 3-3. Reglurnar hjá UEFA í menningarkappingum eru tær, at stendur á jøvnum, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vunnu sanmarinar 4-3.

– Dystin móti San Marino skuldu vit heilt greitt havt vunnið. Vit høvdu bóltin nógv meira, skoraðu trý mál, og vóru eisini framman fyri til langt inn í yvirtíðina. Men vit vóru tíverri ikki nóg avgjørdir í verjupartinum, sigur Jógvan Martin Olsen.

Burtursæð frá javnleikinum, og sæð í ljósinum av, at hetta vóru allar fyrstu landsdystir hjá teimum flestu, er venjarin samanumtikið hampuliga væl nøgdur við kappingina.

– Í menningarkappingunum hjá UEFA er krav, at allir í hópinum fáa minst 80 minuttir á vøllinum. Hetta ger, at allir veruliga sleppa at royna seg, og tað er eisini øgiliga gott fyri menningina hjá tí einstaka spælaranum, ið soleiðis fær enn fleiri royndir í landsliðshøpi, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.