Tað gekk als ikki eftir vild hjá føroyska U15-landsliðnum við dreingjum, ið farnu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi
——————
– Vit taptu allar dystirnar greitt, og megnaðu als ikki at fóta okkum á vátu og ringu grasvøllunum. Talan var um rættuliga avbjóðandi umstøður, ið ikki vóru egnaðar til fótbólt. Men soleiðis er viðhvørt, og tað mugu vit bara royna at læra av, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.
Tríggir dystir vóru á skránni, tá U15-dreingirnir í døgunum 13. til 18. november tóku lut í UEFA menningarkapping í Norðurírlandi. Og úrsltini vóru einki at reypa av. Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 9-1 fyri norðurírsku vertunum, og síðani taptu vit 7-0 móti Luksemborg og 3-0 fyri Litava.
Málið hjá Føroyum skoraði Villiam Kruse Hansen, ið spælir fyri Gentofte FA í Danmark.
– Vit koma fram til nakrar álopsroyndir, men í verjuspælinum góvu vit ov nógv løtt mál burtur. Samstundis mugu vit eisini staðfesta, at í løtuni eru hini londini frammanfyri okkum í menningini á so at siga øllum økjum. Sum heild var hetta ein vónbrotin uppliving fyri okkum allar, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.