Føroyameistararnir vunnu finaluna í kappingini hjá Venjarafelagnum við sannførandi 4-0 sigri móti B36


Eins og í fjør hava flestu liðini í bestu kvinnudeildini luttikið í venjingarkappingini VFF cup. Vetrarveðrið og korona hava tó argað seinastu vikurnar, og hevur hetta ávirkað kappingina og avgreiðsluna av dystunum nakað. Men í kvøld varð finalan avgreidd í dysti millum KÍ og B36 við Djúpumýru, og her vístu føroyameistararnir seg avgjørt frá síni sterku síðu.

Dysturin byrjaði hampuliga javnt millum liðini, men sum frá leið tók KÍ við stýringini, og tá umleið eitt korter var spælt, fingu klaksvíkskvinnur hol á málskjótingina. Tóra Mohr átti seinasta fótin á fyrsta málinum og bert fimm minuttir seinni økti Hervør Olsen til 2-0.

Tann støðan helt sær til hálvleiks, men dystargongdin bendi á, at fleiri mál vóru í luftini. Og so var. Trýstið móti B36 málinum minkaði ikki eftir steðgin – tvørturímóti, og seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Malena Olsen økti um leiðsluna hjá heimaliðnum. Hóast fleiri naskar royndir afturat, so megnaði B36 at standa ímóti trýstinum meginpartin av seinna hálvleiki, men stutt fyri leiklok setti KÍ punktum við málinum til 4-0.

Eftir uppiborna sigurin handaði Frankie Jensen frá Venjarafelagnum KÍ VFF cup steypið, og sostatt hava tær kongabláu tryggjað sær ársins fyrsta steyp. Tær hava møguleika fyri at leggja eitt afturatt samlingini áðrenn kappingarbyrjan, tá KÍ og NSÍ bresta saman í stórsteypadysti 12. mars kl.17.00.

Landskappingin hjá kvinnum byrjar 20. mars.