Við teprum 1-0 sigri á FC Suðuroy, vann B36 ársins fyrsta dyst í Effodeildini

Eftir ein langan vetrarsteðg frá fótbóltinum, varð fremsta deildin hjá monnum, sum nú eitur Effodeildin, umsíðir skotin í gongd.

Fyrsi dystur í Effodeildini varð spældur í allarbesta fótbóltsveðri, tá føroyameistararnir úr B36, leygardagin 24. mars, á heimavølli tóku ímóti uppflytarunum úr FC Suðuroy.

Og sigast má, at áskoðararnir í Gundadali fingu ein væl spældan dyst, við málmøguleikum til báðar partar. Tað var tó heimaliðið ið hevði bóltin meir og stýrdi spælinum meginpartin av dystinum.

Størsti málmøguleikin í fyrra hálvleiki fall tó til gestirnar, tá John T. Poulsen gjørdist fríur móti Meinhard Joensen í B36-málinum. Men Meinhard kom væl út ímóti og fekk vart fyri, so bólturin fór út til horna.

Eftir steðgin var gongdin tann sama, men sum dysturin leið, sá út til at endin fór at verða málleysur javnleikur.

Men í seinasta sekundi av tíðini, ið dómarin hevði lagt afturat vanligu leiktíðini, fingu føroyameistararnir avgerandi málið.

B36 fekk horna í høgra borði, sum Súni Olsen sendi væl inn fyri. Inni í brotsteiginum kom fílabeinsstrandingurin Sekou Tidiane Souare við fullari ferð, og skallaði bóltin í netið. Eitt flott mál, sum bjargaði B36 fyrsta sigurin í ársins Effodeild.

Hinir fýra dystirnir í 1. umfar av Effodeildini 2012, verða spældir sunnudagin 25. mars.

Í Fuglafirði tekur ÍF ímóti NSÍ, og í Havn hittast HB og B68. Á Tvøroyri fær TB vitjan av Víkingi, meðan seinasti dystur er millum EB/Streym og KÍ.