Grundspælið í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klárt. Fyrsta umfar verður spælt mikudagin 27. mars

——————

Fyrr í ár varð kunngjørt, at fremsta deildin hjá kvinnum fór at vera skipað sum grundspæl og endaspæl. Og nú er greitt, hvussu leikskráin fyri grundspælið sær út.

Fyrsta umfar er á skránni mikudagin 27. mars, og tað møtast liðini soleiðis: NSÍ – Skála ÍF, B36 – 07 Vestur, HB – KÍ og Víkingur – TB/FCS/Royn. Níggjunda liðið í kappingini er FC Hoyvík.

Síðsta umfar í grundspælinum verður spælt sunnudagin 11. august, og eftir tað verða liðini skipað í tveir bólkar – nummar 1 til 5 fara at dystast um FM, meðan liðini frá nummar 6 til 9 spæla um at vinna niðarabólkin.

Harafturat verður eisini skipað fyri einari minni steypakapping, ið kemur afturat vanligu steypakappingini. Minna steypakappingin er fyri liðini, sum eru í niðara bólkinum í endaspælinum, umframt feløgunum, sum hava sítt besta lið í 1. deild.

Landskappingin (grundspælið) sæst her: Betri Deildin kvinnur (grundspæl)