Leikskráin fyri komandi kappingarár í Betri Deildini hjá kvinnum er nú klár. Meistararnir úr EB/Streymi/Skála byrja á útivølli móti B36

Sunnudagin 11. mars verður fyrsta spark í fremstu deildini hjá kvinnum, sum eisini ber heitið Betri Deildin. Í fyrsta umfari møtast liðini soleiðis: B36 – EBS/Skála, B68 – HB og ÍF/Víkingur – KÍ.

 

Fyrra hálva verður spæld frá 11. mars til 30. juni, og síðani verður byrjað aftur 19. august. Seinasta umfar í Betri Deildini hjá kvinnum verður spælt 26. oktober.

 

Í 20. og síðsta umfari hittast liðini soleiðis: KÍ – HB, B68 – EBS/Skála og ÍF/Víkingur – B36.

 

Øll leikskráin í fremstu deildini hjá kvinnum sæst her: Betri Deildin 2018 (kvinnur)