Eftir seinnu hálvfinalurnar í 3. deild er greitt, at MB og KÍ skulu spæla finaluna, og hava samstundis tryggjað sær uppflyting til 2. deild
Seinnu hálvfinalurnar í 3. deild hjá monnum vórðu spældar sunnudagin, og við sigri á ávikavist Víkingi a og Víking b, hava MB og KÍ tryggjað sær pláss í finaluni.
Í Miðvági vann MB 8-4 á Víkingi a, eftir at miðvingar høvdu vunnið fyrru hálvfinaluna 4-0. Sostatt vann MB samanlagt 12-4 á felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík.
Í hinari hálvfinaluni var einki avgjørt undan seinna dystinum, eftir at fyrra hálvfinalan var endað við málleysum javnleiki. Men við Djúpumýru í Klaksvík dróg KÍ longra stráðið sunnudagin, og tá saman um kom vunnu klaksvíkingar 5-3 á Víkingi b.
Sostatt verða tað MB og KÍ b, ið skulu spæla finaluna, sum verður á Tórsvølli leygardagin 22. september, kl. 18:30.
Dysturin um bronsuna verður í Gøtu millum Víking a og Víking b.