Í samstarvi við Jákup Mikkelsen, fer FSF í næstum undir átak, ið hevur til endamáls at menna føroysku málverjarnar
Fótbóltssamband Føroya og Jákup Mikkelsen hava gjørt avtalu, ið inniber, at Jákup verður høvuðsmálmansvenjari hjá FSF í 2015.
Uppgávan hjá fyrrverandi landsliðsmálverjanum verður í fyrstu atløgu at útbúgva og vegleiða venjarar og málmansvenjarar, ið virka í føroysku feløgunum og á teimum ymsu ungdómslandsliðunum hjá FSF. Hetta verður gjørt við praktiskari málmansvenjing, og harafturat skal Jákup Mikkelsen veita hjálp og ráðgeving til venjararnar, ið skulu gera eina menningarætlan fyri einstøku málverjarnar.
Í stuttum kann sigast, at uppgávan hjá høvuðsmálmansvenjaranum mótvegis feløgunum, ið velja at vera við í hesum átaki, er at:
– | Útbúgva málmansvenjarar í føroysku feløgunum |
– | Skipa fyri venjingum kring landið fyri málmansvenjarum |
– | Hava økisvenjingar við málmonnunum |
– | Skráseta fremstu málverjarnar frá U14 til EFFO-deildina |
– | Stuðla lokalu venjarunum/málmansvenjarunum at gera profil av málverjunum og samsvarandi ítøkiligar venjingarætlanir |
– | Útvega viðkomandi tilfar til málmansvenjing at brúka hjá lokalu venjarunum |
Høvuðsmálmansvenjarin kemur at skipa venjngarnar í tøttum samstarvi við feløgini, ið ynskja at taka lut í átakinum. Eitt nú er ætlanin at savna venjara/málmansvenjara og málverjar í einum øki til felags venjingar tvær ferðir hvørt hálvár, og har tað er hóskandi, verða venjingarnar skipaðar eftir aldri.
Í fyrstu atløgu er ætlanin at skipa landið í fimm økir. Norður-eysturøkið (KÍ, ÍF og Víkingur), Eysturøkið(NSÍ, B68, Skála og EB/Streymur), Miðøkið (B71, Giza/Hoyvík, HB, B36, Undrið FF og AB), Vesturøkið (07 Vestur og MB) og Suðurøkið (Royn, TB og FC Suðuroy).
Fótbóltssamband Føroya vónar og væntar, at feløgini taka undir við átakinum, so menningin av okkara málverjum kann byrja skjótast tilber.