Í døgunum 2.-4. og 9.-11. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri M2-málmansvenjaraskeiði

M2-málmansvenjaraskeiðið verður í FSF-húsinum í Havn, 2.-4. og 9.-11. mars, og er tilsamans 50 tímar. M2-skeiðið er samstundis hægsta málmansvenjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Skeiðið er yvir tvey vikuskiftir. Byrjað verður fríggjadag kl. 16, og endar sunnudag kl. 17.

Undirvísarar verða Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkelsen.

ENDAMÁL/INNIHALD
M2-málmansvenjaraskeiðið er framhald av M1-skeiðinum.
Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Málið við M2-skeiðinum er millum annað, at luttakararnir skulu:
– Læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
– Læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
– Fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
– Nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
– Nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.

UPPTØKUTREYTIR
Luttakarin skal hava tikið M1-málmansvenjaraskeiðið og/ella B1-venjaraskeiði og vera 18 ár ella eldri.
Útbúgvingarnevndin hjá FSF kann tó gera frávik frá reglunum um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

LUTTØKUGJALD
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 3.000 kr.
Men eins og til onnur venjaraskeið hjá FSF, er M2-málmansvenjaraskeiðið ókeypis fyri kvinnur.

TILMELDING
Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi, ella við at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingin víðari til FSF.
Vinarliga nýtið tilmeldingarlepan niðanfyri, og sendi hann beinleiðis til [email protected].
Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax. 31 90 79.

Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við.
(Eik Banki: 9181-263.457.2, Bank Nordik: 6460-100.390.0, Norðoya Sparikassi: 9865-100.251.2 og Suðuroyar Sparikassi: 9870-100.251.2) Viðmerk: B2 skeið mars 2012.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 27. februar 2012.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected], ella tel. 29 19 77.

Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.