Seinasta vikuskifti í februar og fyrsta vikuskifti í mars, verður skipað fyri M2-málmansvenjaraskeið á Toftum
Vikuskiftini 23.-24. februar og 1.-3. mars verður skipað fyri M2-málmansvenjaraskeið á Svangaskarði á Toftum.

M2 er hægsta málmansvenjaraútbúgving hjá FSF og er tilsamans 40 tímar. Fyrra vikuskiftið byrjar skeiðið leygardagin kl 10 og endar sunnudagin kl 16. Seinna vikuskiftið verður byrjað fríggjadagin kl 16, og skeiðið endar sunnudagin kl 16.

Undirvísarar vera Jens Martin Knudsen o.a.

Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.

Endamál/innihald:
M2-málmansvenjaraskeiðið er framhald av M1/B2-venjaraskeiðunum. M2-skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Endamálið við M2-skeiðnum er m.a., at luttakararnir skulu:
– læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
– læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
– fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
– nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
– nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing

Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100 prosent. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið.

Upptøkutreytir:
Luttakarin skal hava tikið M1 / B2-venjaraskeiðið og vera 18 ár ella eldri.

Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar og kost, er 2.500 kr.
GG! Eins og til onnur skeið hjá FSF, so M2-skeiðið ókeypis fyri kvinnur.

Tilmelding:
Áhugað kunnu tilmelda seg sjálvi ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina.

Vinarliga nýtið tilmeldingarskjalið og sendi tað beinleiðis til [email protected].

Tilmeldingin kann eisini sendast við posti ella fax 31 90 79.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 18. februar 2013.

Meira fæst at vita um M2málmansvenjaraskeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella 29 19 77.

Tilmeldingarskjal