Mánaðarskifti februar-mars skipar FSF fyri M2-málmansvenjaraskeiði á Sandi. Undirvísarar vera Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen
Í døgunum 26. februar til 1. mars skipar Fótbóltssamband Føroya fyri M2-málmansvenjaraskeiði á Sandi. Skeiðið varðar í umleið 40 tímar. Byrjað verður hósdag klokkan 14, og skeiðið endar sunnudag kl. 16.
Undirvísarar á M2-málmansvenjaraskeiðnum vera fyrrverandi landsliðsmálverjarnir, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen.
Skeiðið verður skipað sum internatskeið. Luttakararnir búgva í Deplinum í Skálavík, har teoretiski parturin verður á skránni, meðan praktikkin verður inni í Dal á Sandi, ið er heimavøllurin hjá B71.
M2-málmansvenjaraskeiðið er hægsta málmansvenjaraútbúgving hjá FSF.
Endamál/innihald:
M2 er framhald av M1/B2 skeiðinum.
Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt, og dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.
Málið við M2 skeiðinum er m.a., at luttakararnir skulu:
– Læra at meta um førleikarnar hjá málmanni við støði í dysti og venjing
– Læra at leggja til rættis og hava eina dygdargóða málmansvenjing
– Fáa vitan um fysisku og taktisku krøvini til málmannin
– Nema sær førleikar til at venja og menna einstaka málmannin
– Nema sær førleikar at leiða og skipa fyri málmansvenjing
Ongin próvtøka er, men kravt verður, at uppmøtingin er 100%. Tá skeiðið er av, verður luttøkubræv latið luttakarunum.
Upptøkutreytir:
Luttakari skal hava tikið M1 og/ella B2-skeiðið og vera 18 ár ella eldri. Um serstakar umstøður tala fyri tí kann frávik verða givið.
Luttøkugjald:
Kostnaðurin fyri skeiðið, íroknað frálærutilfar, gisting og kost, er 2.000 kr.
GG! Eins og til onnur skeið hjá FSF, so sleppa konufólk ókeypis á M2 venjaraskeiðið.
Tilmelding:
Áhugaði eiga at venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina víðari til FSF. Tað ber eisini til sjálvur at útfylla Tilmeldingarskjalið og senda tað beinleiðis til FSF. Kvittan fyri goldið luttøkugjald eigur at fylgja við. Skeiðið er treytað av nóg góðari undirtøku.
Tilmeldingarskjalið skal brúkast! Tilmeldingarfreistin er úti mánadagin 16. februar 2015.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Petur Simonsen, [email protected] ella tel. 29 19 77.