Hesaferð er FSF Varpið á vitjan á fiskavirkinum á Toftum, har Jens Martin Knudsen er virkisleiðari
Sjónvarpsstovan í FSF-húsinum er skift út við skrivstovuna á fiskavirkinum á Toftum, og gesturin hesaferð er fyrrverandi landsliðsmálverjin á føroyska A-landsliðnum, Jens Martin Knudsen.

Prátað verður um eitt sindur um tíðina sum fótbóltsleikari og um gongdina í NSÍ, har Jens Martin er ungdómsvenjari og málmansvenjari hjá EFFO-liðnum. Har afturat verður mett um 8. umfar í EFFO-deildini, ið verður á skránni komandi vikuskifti.

Fríggjadagin, 9. mai
Víkingur – NSÍ, kl. 19:00

Sunnudagin, 11. mai
B68 – HB, kl. 15:00
EB/Streymur – AB, kl. 15:00
KÍ – B36, kl. 15:00
Skála – ÍF, kl. 15:00