A-landsliðið spældi í kvøld málleysan javnleik ímóti spanska 2. deildarliðnum Real Murcia
Føroyska A-landsliðið hjá monnum, hevur í kvøld spælt fyrra av tveimum dystum á venjingarleguni í La Manga í Spania.
Mótstøðuliðið í kvøld var Real Murcia úr næstbestu deildini í Spania, og úrslitið gjørdist málleysur javnleikur, 0-0.
Spanska liðið hevði bóltin nakað meir enn okkara, og vóru tað eisini teir ið stýrdu spælinum, men veruliga vandamikið gjørdist tað ongantíð. Verjan hevði allatíð tamarhald á støðuni, og tá spaniólarnir royndu seg við langskotum, var Jákup Mikkelsen har hann skuldi vera.
Tað sást eisini aftur, at leikararnir á liðnum hjá Real Murcia vóru munandi betri samanspældir, ímun til føroyska liðið. Men hóast hesar fyritreytir, so komu okkara til onkrar málmøguleikar, og saman um tikið vóru føroyingarnir naskari í álopspartinum, enn hvat Real Murcia var, tá teir fóru í álop.
Sum heild spældu allir føroyingarnir ein góðan dyst, og serliga Klæmint A. Olsen í álopinum, og Jákup á Borg á miðvøllinum, royndust okkara liðið væl.
Føroyska landsliðið spælir aftur hósdagin kl. 12:00 (11:00 føroyska tíð), ímóti La Union úr sponsku 3. deild.
Føroyar: Jákup Mikkelsen – Jónas T. Næs (Jóhan T. Davidsen), Odmar Færø (Jústinus R. Hansen), Rógvi Baldvinsson og Viljormur Davidsen (Hanus Jacobsen) – Hjalgrím Elttør (Sølvi Vatnhamar), Atli Danielsen, Jákup á Borg (Hallur Hansson), Pætur Dam Jacobsen og Bogi Løkin – Klæmint A. Olsen (Kristoffur Jakobsen).
Kristian Joensen, Rene Tórgarð, Erling Jacobsen og Daniel Udsen komu ikki á vøllin.