Hóast leikliga yvirvág, so eydnaðist tað ikki føroyska landsliðnum at fáa bóltin í málið, og tískil endaði við málleysum javnleiki á Victoria Stadium

——————

– Vit eru nøgdir við avrikið og spælið stóran part av dystinum, men gera tíverri ikki brúk av teimum málmøguleikunum, sum vit skapa. Men tað, at vit skapa nokk av kjansum, vísir, at vit eru á rættari leið leikliga, so tað sær spennandi út, sigur hjálparvenjarin, Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin spældi føroyska A-landsliðið við monnum fyrra av tveimum venjingardystum, sum eru á skránni á venjingarleguna í Spania í hesum døgum.

Á Victoria Stadion í Gibraltar sat føroyska liðið á meginpartin av spælinum, og kom eisini til nakrar góðar málmøguleikar. Men í avgerandi løtum vóru okkara ikki nóg neyvir, ella var hepni ikki við.

Nærmast við at skora var liðskiparin, Hallur Hansson, tá hann stutt fyri leiklok sendi eitt gott og flatt skot á stongina.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður spældur týsdagin 29. mars klokkan 16:00, føroyska tíð, tá Føroyar og Liktinstein bresta saman á Pinatar Arena í Murcia.

Venjingarlegan er fyrireiking til UEFA Nations League, sum byrjar 4. juni. Fyrsti dysturin í kappingini er á útivølli móti Turkalandi. Hini londini í bólkinum eru Litava og Luksemborg.

Myndir: Hans Erik Danielsen