B68 og TB fingu hvør sítt mál og hvør sítt stig á nýggja graslíkisvøllinum á Toftum. Í Fuglafirði vann ÍF 2-0 móti HB
B68 – TB 1-1 (1-0)
Nógv var gjørt burtur úr í samband við at nýggi graslíkisvøllurin á Toftum er liðugur, og í dag varð tikin alment í nýtslu.
Stór áskoðarafjøld var komin um suðuroyarfjør, og saman við teimum mongu heimaáskoðarunum, fingu teir ein spennandi dyst, sum endaði við javnleiki 1-1.
Ndende legði B68 á odda tá hálvur tími var spældur, og leingi sá út til at hetta skuldi gerast einasta málið í dystinum. Men í allarseinasta minutti sendi Gilli Sørensen fríspark beinleiðis í netið, til endaliga úrslitið 1-1.

ÍF – HB 2-0 (2-0)
Í Fuglafirði tók ÍF móti HB, og endin varð at teir reyð-svørtu vórðu sendir suður aftur við ongum. ÍF vann 2-0, sum eisini var støðan í steðginum. Clayton Soares skeyt bæði málini fyri fuglfirðingar.

Í innslagnum niðanfyri ber til at síggja málini í Fløtugerði og á Tofta Leikvølli.

MÁLINI…

FC Suðuroy – KÍ 1-4 (0-1)
Fimti dystur í 15. umfari varð spældur á Eiðinum í Vági, har botnliði FC Suðuroy tók ímóti KÍ. Og endin gjørdist ein tryggur 4-1 sigur til klaksvíkingar, sum við sigrinum halda fast um 2. plássið í fremstu deildini.
Henry Heinesen legði KÍ á odda 1-0 í 24. minutti, sum eisini var støðan í steðginum. Tá fimm minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki skoraði Heðin á Lakjuni til 2-0, og eitt lítið korter fyri leiklok økti Heðin Klakstein til 3-0, áðrenn Páll Klettskarð tríggjar minuttir seinni setti brotsspark í netið. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, minkaði Jón Krosslá Poulsen til 4-1, sum gjørdist endaliga úrslitið á Eiðinum í Vági.

Støðan í Effodeildini