Í Sarpugerði vann Víkingur 3-2 á B36, og við Løkin í Runavík vórðu sundalagsmenn sendir heim aftur við ongum
Tveir dystir í Effodeildini eru spældir í kvøld, og í innslagnum niðanfyri ber til at síggja málini sum vórðu skotin í Sarpugerði og við Løkin.
NSÍ – EB/Streymur 1-0 (0-0)
Við Løkin í Runavík eydnaðist tað heldur óvæntað NSÍ at fáa øll stigini, har EB/Streymur var á vitjan. Dysturin endaði 1-0 til runavíkingar. Einsamalla málið skoraði Magnus Olsen í 63. minutti, tá sandoyingurin sendi fríspark beinleiðis í málið.
Víkingur – B36 3-2 (2-1)
Í Sarpugerði í Norðragøtu vann Víkingur 3-2 á B36, eftir at støðan í steðginum var 2-1 til heimaliðið.
Við hvør sínum máli løgdu Kaj Leo í Bartalstovu og Hjartvard Hansen Víking á odda 2-0, áðrenn Jákup á Borg stutt fyri hvíldina minkaði um munin við brotssparki.
Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, var aftur mál í Sarpugerði, og aftur hesu ferð var Jákup á Borg upp á spæl. Súni Olsen royndi seg við langskoti, Geza Turi hálvbjargaði, og síðani var Jákup á Borg fyrstur á returin.
Men Víkingar restust aftur, og tá 10 minuttir vóru eftir at spæla avgjørdi Bárður Hansen dystin. Kaj Leo í Bartalstovu legði horna út frá til Bárð Hansen, og staddur við brotsteigarmarkið, sendi Bárður bóltin upp í málhornið. Eitt flott mál, sum tryggjaði felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík trý stig.
MÁLINI…