Um vikuskiftið varð 4. umfar í FUTSAL-kappingini spælt í nýggju ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi
Leygardagin og sunnudagin, 8. og 9. desember, varð Umfar 4 í FUTSAL-kappingini spælt í nýggju ítróttarhøllini Inni í Dal á Sandi.

Leygardagin spældu Dreingir U12 og U14, meðan Dreingir U16 spældu sunnudagin.

Úrslit og støður, eftir umfarið á Sandi kunnu síggjast HER

MYNDIR

Mál og samrøður
Í innslagnum niðanfyri eru samrøður við Petur Simonsen, tekniska stjóran hjá Fótbóltssambandi Føroya, og sum vegna FSF skipar fyri FUTSAL-kappingini, og við Eli Hentze, ein av fyriskiparunum av umfarinum á Sandi. Eisini eru málini úr dystunum millum HB a – HB b, B71 – B68 og HB a – 07 Vestur í Dreingir U12.

Fimta umfar í FUTSAL-kappingini verður spælt í ítróttarhøllini á Kambsdali 19. og 20. januar 2013.