Fyri fyrstu ferð hevur verður skipað fyri M2-málmansvenjaraskeiði í Føroyum
Fyrstu tvey vikuskiftini í mars, varð framhaldsskeið í málmansvenjing, nevnt M2, hildið í FSF-húsinum í Havn.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at málmansvenjaraskeið av hesum slag, hevur verið hildið í Føroyum.

Tilsamans 12 luttakarar gjøgnumførdu skeiðið, ið var umleið 40 tímar. Instruktørar vóru Bjørn Krog, Petur Simonsen, og málmanslegendan við topphúgvuni, Jens Martin Knudsen. Afturat sær hevði Jens Martin landsliðsmálverjan Jákup Mikkelsen, at hjálpa sær.

Luttakararnir vóru sera væl nøgdir við skeiðið, og allir partar eru samdir í, at hetta er rætta leiðin at fara – at M1-málmansvenjaraskeiðið verður ein tvungin partur av B2-venjaraskeiðnum. Síðani verður skipað fyri einum serstøkum M2-málmansvenjaraskeiði, sum framhald av M1.


Standandi f.v.: Steinolvur Gudmundssen, NSÍ, Torkil Hansen, ÍF, Heðin Stenberg, AB, Kaj Niclasen, HB, Niels Petersen, TB og Birnir Hauksson, Skála
Húkandi f.v.: Hjørdis Anna Petersen, FC Suðuroy, Simona Heinesen, AB, Jónfríð Hansen, ÍF, Vivian S. Larsen, ÍF, Ken Bærentsen, ÍF og Sámal K. Clothier, AB