Kvinnurnar bjóða Estlandi av

Sum fyrireiking til EM-undankappingardystirnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum eru á skránni seinni í ár, er venjingardystur avtalaður ímóti Estlandi, at verða á Tórsvølli mánadagin 9. mars klokkan 17:00.

Tíverri verður dysturin spældur uttan áskoðarar, men møguleiki verður at stroyma beinleiðis á www.kvf.fo.

Í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki C, saman við Norra, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Norra er fremst í bólkinum við 12 stigum.

Skráin 2020

DatoKlokkanDysturStadion
10. aprílWales – Føroyar
5. juniNorra – Føroyar
9. juniNorðurírland – Føroyar
18. septemberFøroyar – NorðurírlandTórsvøllur
22. septemberFøroyar – HvítarusslandTórsvøllur