Loyvisnevndin hjá FSF hevur veitt øllum feløgunum, sum í ár skulu taka lut í EFFO-deildini og í 1. deild hjá monnum, neyðuga luttøkuloyvið fyri kappingarárið 2015
Limafeløgini í Fótbóltssambandi Føroya, sum ítróttarliga hava vunnið sær rætt til luttøku í Meistaradeildini (EFFO-deildin) og í 1. deild hjá monnum í føroysku landskappingini, og sum eisini lúka tær treytir, ið eru ásettar í loyvisreglugerðini hjá FSF (FSF Club Licensing Regulations), skulu áðrenn kappingarárið byrjar, søkja um luttøkuloyvi.
Í ár hava íalt 15 fótbóltsfeløg søkt um luttøkuloyvi til Meistaradeildina og 1. deild hjá monnum.
Umsóknarfreistin at søkja um omanfyri nevndu luttøkuloyvi var tann 1. februar 2015, og leygardagin 28. februar tók Loyvisnevndin í Fótbóltssambandi Føroya avgerð um at játta øllum feløgunum luttøkuloyvi.
Fyrsta umfar í EFFO-deildini verður sunnudagin 1. mars, meðan fyrsta umfar í 1. deild hjá monnum verður vikuskiftið 7. og 8. mars.