Lutakastið til fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í 3-2 hjá Kringvarpinum týskvøldið 10. apríl
B71 gjørdist seinasta liðið, sum spældi seg í fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið.

Sandoyingar vunnu 10-8 á Undrið FF eftir longda leiktíð og brotssparkskapping og verða tískil áttanda liðið í bollanum, tá drigið verður um hvør skal møta hvørjum í fjórðingsfinalunum. 

Lutakastið um hvussu fjórðingsfinalurnar skulu spælast, verður í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum týskvøldið 10. apríl.

Liðini, sum eru eftir í steypakappingini, eru FC Suðuroy, HB, Víkingur, KÍ, EB/Streymur, B68, B71 og AB.

Fjórðingsfinalurnar verða spældar mikudagin 25. apríl.