Hóskvøldið verður lutakast um hvussu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast. Fjórðingsfinalurnar verða spældar Flaggdagin, mikudagin 25. apríl
FC Suðuroy, B68, AB og KÍ hava heimavøll, tá fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar Flaggdagin, mikudagin 25. apríl.

FC Suðuroy og B71 spæla í Vági kl. 15:00, og á Argjum og í Klaksvík, har ávikavist EB/Streymur og HB eru á vitjan, verður byrjað kl. 17:00. Seinasta fjórðingsfinalan verður bríkslað í gongd kl. 17:30, tá B68 og Víkingur møtast á Toftum.

Tá hesir dystir eru spældar, er somuleiðis greitt hvørji liðini í bollanum verða, tá drigast skal um hvussu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið skulu spælast. Lutakastið verður í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum hóskvøldið 26. apríl.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 9. mai, og seinnu 25. mai.

Finalan í kappingini um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 25. august.