Lutakast um hvussu U17 og U19-landsliðini við gentum skulu spæla í næstu EM-undankapping, hevur verið í dag
Nú er greitt hvussu føroysku U17 og U19-landsliðini við gentum skuldu spæla í næstu EM-undankapping, sum verður komandi ár.

U17 til Danmarkar
Føroyska U17-landsliðið við gentum kom í bólk saman við Danmark, Wales og Grikkalandi.
Danir vera vertir fyri undankappingini, sum verður spæld í døgunum 5. til 10. august komandi ár.

U19 til Finnland
Lutakastið hjá U19-landsliðnum háttaði seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk saman við Kekkia, Finnlandi og Moldova.
Finnland verður vertur fyri undankappingini, sum verður spæld í døgunum 21. til 26. september 2013.