Leygardagin verður kastað lut um, hvussu spælast skal í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið, og sunnudagin verður lutakast til fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum


Um vikuskiftið eru árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum á skránni. Leygardagin klokkan 16:30 spæla menninir hjá Víkingi og HB, og sunnudagin klokkan 15:00 spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ.

Í hesum sambandi verður eisini skipað fyri lutakasti til fyrsta umfar í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, og til fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum.

Bæði lutakastini verða send beinleiðis á Rás 1 í Televarpinum. Aftaná dystin leygardagin millum Víking og HB verður lutakastið hjá monnum, og aftaná dystin sunnudagin millum NSÍ og KÍ, verður lutakastið hjá kvinnum.

Dystirnir í fyrsta umfari í kappingini um Løgmanssteypið verða spældir mánadagin 7. apríl og mikudagin 9. apríl, meðan fyrsta umfar í steypakappingini hjá kvinnum verður spælt mikudagin 21. apríl.

HB, steypavinnarar 2024 hjá monnum – Mynd: Bjarni Enghamar