Í 3-2 í kvøld verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Eisini verður hugt nærri at góða úrslitinum hjá kvinnulandsliðnum
Í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya verður í kvøld lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum varð spælt um vikuskiftið, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at EB/Streymur, FC Suðuroy, HB, Víkingur, NSÍ, KÍ, ÍF og Skála hava spælt seg víðari í kappingini.
Í sjónvarpsstovuni at taka sær av lutakastinum verða Leivur Frederiksen, vertur, og Trygvi Mortensen, limur í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar sunnudagin 5. mai.
Kvinnulandsliðið
Í sendingini í kvøld verður eisini hugt nærri at úrslitunum hjá kvinnulandsliðnum, sum í seinastu viku spældi seg víðari til HM-undankappingini. Umframt at vísa málini, sum føroyska liðið skoraði ímóti Montenegro, Litava og Georgia, vitja Randi S. Wardum og Malena Josephsen í sjónvarpsstovuni.
Lutakastið í samband við HM-undankappingini hjá kvinnum verður í morgin, týsdagin
3-2 í kvøld byrjar umleið kl. 19:15.